|
Jobsbók, kapittul 8 Bildad revsar Job: Guð er altíð rættvísur v1Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og mælti:v2«Hvussu leingi ætlar tú at tala slíkt, hvussu leingi skulu orð av munni tínum vera sum hvassur vindur?v3Man Guð tá reingja rættin, ella reingir hin alvaldi rættferð?v4Hava synir tínir syndað móti honum, og gav hann teir misgerð teirra í vald,v5so leita nú tú til Guðs og bið alvalds Guð um náði!v6Um tú ert reinur og rættiligur, tá vil hann vaka yvir tær, og endurreisa rættferðar bústað tín.v7Um hin fyrri lutur tín var lítil, skal hin seinni verða avbera stórur. Fedrarnir siga eisini, at Guð er rættvísur v8Tí spyr tú undanfarnu ætt, gev tí gætur, sum fedrarnir hava útgrundað!v9Tí at vit eru frá í gjár og vita einki, ein skuggi eru dagar okkara á jørð.v10Munnu teir ikki kunna læra teg, siga tær tað, og bera fram orð úr hjartadýpi sínum:v11Veksur sev har, sum eingin mýri er, sprettur størur har, sum vatnið trýtur?v12Meðan hann enn er í gróðri, áðrenn hann verður sligin, følnar hann fyrr enn nakað annað gras.v13Soleiðis gongst teimum, ið gloyma Guð, og vón hins gudleysa verður til einkis.v14Álit hans er eins og summarfon, treysti hans er kongurvág.v15Hann styðjar seg at húsi sínum, men tað dettur; hann heldur sær í tað, men tað stendur ikki fast.v16Hann stendur grønur, meðan sólin skínur, og greinar hans breiða seg út yvir garðin.v17Røtur hans vevja seg inn í grótrúgvur, hann læsir seg fastan millum steinarnar.v18Men verður hann uppslitin frá staði sínum, tá avnoktar staðurin hann og sigur: «Eg havi aldri sæð teg!»v19Sí, hetta er gleðin á vegi hans, og úr moldini sprettur ein annar upp! Vil Job iðra seg, skal Guð hjálpa |