|
Jobsbók, kapittul 9 Job svarar: Guð hevur altíð rætt v1Tá svaraði Job og segði:v2«Vissuliga veit eg, at tað er so, hvønn rætt hevur maður móti Guði?v3Um hann vildi træta við hann, kann hann ikki svara upp á eitt av túsund.v4Vitur í hjarta og mikil í mátti – hvør reistist upp móti honum og slapp óskalaður frá tí?v5Hann, sum flytur fjøll, so tey vita ikki av, kollveltir tey í vreiði síni;v6hann, sum skakar jørðini úr staði hennar, so at stuðlar hennar riða;v7hann, sum býður sólini, so hon skínur ikki, og setir innsigli fyri stjørnurnar;v8hann, sum tenur út himmalin eina og gongur á stóraldum havsins,v9hann, sum skapaði Karlsvagnin og Orion, Sjeystjørnuna og Suðurs kømur;v10hann, sum stórverk ger, ið ófatandi eru, og undurverk, ið óteljandi eru.v11Gongur hann fram við meg, síggi eg hann ikki, fer hann burtur, eg verði hann ikki varur;v12tekur hann, hvør kann tá forða honum, hvør sigur við hann: «Hvat gert tú?» Hvør stevnir Guði? v13Guð heldur ikki aftur vreiði síni, Ráhabs hjálparmenn boygdu seg undir hann.v14Hvussu kann eg tá svara honum, snúgva væl orðum mínum fyri honum!v15Um eg so havi rætt, kann eg einki svara, men má biðja dómara mín um náði.v16Um eg rópaði, svaraði hann mær ikki, eg hugsi ikki, hann hoyrdi rødd mína,v17hann, sum tekur meg burtur í stormveðri og økir sár míni uttan orsøk,v18loyvir mær ikki at draga anda, men mettar meg við beiskum lutum.v19Ræður um kappavald, tá er hann har, ræður um rætt, hvør stevnir honum!v20Um eg so havi rætt, má muður mín tó fella meg; um eg so eri sakleysur, dømir hann meg sekan! Kortini sigur Job, at hann líður sakleysur v21Sakleysur eri eg; eg leggi einki í sál mína, eg hirði einki um lív mítt!v22Tað kann vera mær tað sama; tí sigi eg: ósekan og sekan týnir hann líka!v23Tá ið koyrilin snøggliga veldur banasár, tá lær hann at kvølum teirra sakleysu.v24Jørðina gav hann í hendur á gudleysum, bindur fyri eyguni á dómarum hennar, er tað ikki hann – hvør er tað tá?v25Skjótari enn rennarin runnu dagar mínir, teir fóru, men lukku sóu teir onga.v26Teir gingu eins og bátar av sevi, líkir ørn, ið skjýtst niður eftir fongi.v27Um eg sigi: «Eg vil gloyma stynjan mína, slætta enni mítt og gerast glaður,»v28má eg tó kvíða fyri øllum mínum pínslum, eg veit, at tú ei fríkennir meg. Job kann ikki hava sakarmál við Guð, tí at hann og Guð eru ikki javnlíkar v29Eg skal so, ið hvussu er, vera sekur, hví møða meg til onga nyttu?v30Um eg so tváaði mær í snjógvi og reinsaði hendur mínar í lúti,v31so koyrdi tú meg tó undir í fenið, so at klæðum mínum stóðst við meg.v32Tí at hann er ikki maður eins og eg, at eg kann svara honum, og at vit kundu farið saman fyri rættin.v33Eingin er at gera skil á okkara millum og at leggja hond sína á okkum báðar!v34Hevði hann tikið stav sín frá mær og ikki latið ræðslur sínar ræða meg,v35tá kundi eg talað og ikki óttast hann, tí at soleiðis haldi eg ikki um meg sjálvan. |