|
|
Sálmarnir 1 v1Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi;v2men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt.v3Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal.v4Ikki gongst soleiðis vándum monnum, men eins og bos teir eru, ið fýkur fyri vindi.v5Tí skulu gudleysir ei standast í dóminum og syndarar ei í rættvísra liði;v6tí Harrin kennir veg teirra rættvísu, og vegur teirra gudleysu ber av leið. |