Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 10
v1Hví stendur tú, Harri, so langt av leið, hví fjalir tú teg á neyðarstund?v2Eymur pínist av hugmóði hins gudleysa, fangast í svikum, hann hevði í ráðgerð!v3Tí gudleysur rósar sálarágirnd síni, ránsmaður lovar, men virðir ei Harran;v4nasadjarvur vándur mælir: «Hann revsar ei, eingin Guð er til;» tað er øll hans hugsan.v5Vegir hans eydnast á hvørji stund, hátt yvir høvdi hans eru dómar tínir; at øllum fíggindum sínum hann blæsur.v6«Ei eg vikist,» hann hugsar við sjálvum sær, «ætt eftir ætt ei óhapp mær verður fyri.»v7Av illbøn hans muður er fullur, av svikum og valdi, honum undir tungu órættur og ólukka liggja;v8við garðarnar hann liggur og smeitist, á loyningum sakleys hann drepur, armingar hann við eygunum eltir.v9Á loynum hann lúrir, sum ljóndjór í helli, lúrir eftir eymar at fanga, og hann teir fangar, tekur teir í hjálma sínum.v10Slignir teir níga til jarðar, í kløur hans armingar falla.v11Í sínum hjarta hann sigur: «Guð gloymir, hylur andlit sítt, fær tað aldri at síggja.»v12Statt upp, Harri, hav upp tínar hendur, Guð, gloym ikki menn í teirra eymd!v13Hví skal gudleysur vanvirða Guð, siga í sínum hjarta: «Tú revsar ikki!»v14Sætt tað tú hevur, tí sorg og móð títt eyga skoðar, til tess at líta tað upp í tínar hendur; neyðstaddur troystar á teg, faðirleysum tú hjálpari varðst!v15Brót arm á gudleysum manni, lat gudloysi illmennis ei verða at síggja!v16Harrin er kongur um aldur, ævir allar, oyddir eru heidnir menn út úr landi hans.v17Ynski teirra eymu tú hoyrt hevur, Harri, teirra hjarta tú styrkir, vendir oyra títt tilv18fyri at vinna faðirleysum og hjálparleysum rætt. Ei longur skal maður av jørð halda á at ræða.