Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 100
Ein sálmur, til lovofrið.
v1Fegnist fyri Harranum jørðin øll!v2Harranum tænið við gleði! Fyri ásjón hans komið við frøi!v3Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar.v4Farið inn í hans portur við lovi, í forgarðar hans við prísi! Lovið honum! Signið hans navn!v5Tí góður er Harrin. Miskunn hans varir um ævir, trúfesti hans ætt eftir ætt.