Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 102
v1Ein bøn av einum armum, tá ið máttur hans bilar, og hann oysir út sína klagu fyri Harrans ásjón.v2Harri, hoyr mína bøn! Róp mítt komi til tín!v3Fjal ikki fyri mær andlit títt tann dag, eg í neyð eri staddur! Vend til mín oyra títt! Skunda tær at svara, tá eg rópi!v4Tí mínir dagar fara sum roykur, mínir liðir gløða sum eldur;v5mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð.v6Av teirri tungu stynjan míni hanga beinini føst í kjøti mínum.v7Eg líkist pelikánini í oyðimørk og eri eins og úlan á oyðum.v8Eg liggi vakin á nátt og eri vorðin sum einsligur fuglur á taki.v9Allan dagin mínir fíggindar meg háða, mínir spottarar bannast við meg.v10Tí øsku eg eti sum breyð, drykk mín eg blandi við grátiv11vegna ilsku tína og vreiði, tí tú tókst meg og blakaði meg burt.v12Mínir dagar halla sum skuggin, eins og grasið følni eg burt.v13Men tú, Harri, sum situr um ævir, hvørs navn er ætt eftir ætt,v14tú vilt aftur miskunna Zion, tá tíð og stund til náði er komin;v15tí tínir tænarar elska tess steinar og harmast um grótrúgvur tess.v16Tá skulu heidningar navn títt óttast, Harri, og dýrd tína allir heimsins kongar;v17tí Harrin byggir upp Zion og vísir seg har í síni dýrd,v18vendir sær at bøn teirra ørmu og vrakar ei teirra bøn.v19Hetta skal skrivast fyri komandi ætt, og eitt nýskapað fólk skal Harranum lova,v20tí at Harrin hugdi niður frá sínum heilagu hæddum, skoðaði av himni til jarðarv21fyri at hoyra fanganna stynjan og deyðans børnum veita frælsi.v22Børn tænara tína skulu festa búgv, og avkom teirra fyri ásjón tíni verav23fyri at boða í Zion av Harrans navni og av heiðuri hans í Jerúsalem,v24tá ið fólkini øll koma saman og ríkini øll fyri Harranum at tæna. –v25Hann hevur veikt mína kraft á vegnum og stytt um dagar mínar.v26Men eg sigi: Guð mín, tak meg ei burt á miðjum døgum mínum, tú, hvørs ár eru ætt eftir ætt!v27Í forðum tú jørðina festi, himnarnir eru handaverk títt.v28Teir forganga, men tú verður. Sum eini klæði slítast teir upp, sum eitt plagg tú teir skiftir, og teir verða skiftir.v29Men tú ert og verður, og ár tíni fáa ongan enda.