|
Sálmarnir 104 v1Sál mín, Harranum lova! Alstórur ert tú, Harri, Guð mín! Við dýrd og stórlæti hevur tú skrýtt teg,v2sveipar teg í ljósins skrúðir; tenur himmalin út sum eitt tjald,v3høgaloft títt tú í havdýpi byggir, skýggini gert tú til vagn tín, tú ferðast á vindanna veingjum;v4stormarnar gert tú til sendiboð tíni, geisandi eld til sveinar tínar.v5Tú jørðina festi á grundarlagi sínum, hon um aldur og ævir ei vikast.v6Undirdýpið sum eitt klæði hana fjaldi, vøtnini stóðu um fjøllini upp;v7men fyri hóttum tínum rýmdu tey, fyri torurødd tíni óttaðust tey,v8um fjøllini stigu tey upp, í dalirnar tustu tey niður til tann stað, sum tú grundaði teim;v9eitt mark tú setti, tey ei skulu fara um, ei skulu tey aftur jørðina fjala.v10Keldur tú leiðir í dølunum fram, fjallanna millum tær renna,v11øll markarinnar djór tær leska, tey villini esil tosta sín stilla;v12oman yvir teim eiga himmalsins fuglar, millum leyvið teir lata mál sítt ljóða.v13Tú fjøllini vatnar frá høgalofti tínum, av verks tíns fruktum verður jørðin mett.v14Tú letur spretta gras fyri djórum og urtir, sum menn skulu dyrka til tess at bera breyð av jørðini fram,v15og vín, sum gleðir mansins hjarta til tess at lata andlitið skína av olju, og breyð styrkja mansins hjarta.v16Harrans trø verða mett av vætu, Libanons sedristrø, sum hann hevur plantað,v17hvar fuglarnir byggja sær reiður; syprisvið hevur storkurin til bústað.v18Í høgum fjøllum halda steingeitir til, klettanna millum finna grevlingar skjól.v19Tú skapaði mánan hátíða vegna, sólin veit, tá hon til viða skal fara;v20tá tú flytur myrkrið fram, verður nátt, tá tyrpast villdjór í skógum;v21leyvurnar eftir ránsveiði ýla, frá Guði krevja tær føðslu sína;v22tá ið sólin rísur, tær sleppa sær burt, fjala sær í hellum sínum;v23men tá fer maður til yrki sítt út, til arbeiðis inntil kvøldið kemur.v24Fjølmørg eru, Harri, tíni verk, við vísdómi gjørdi tú øll, jørðin er full av verkum tínum!v25Sí! Havið stórt og vítt í allar ættir, har ein yðjan er, sum eingin veit tølur á, djór bæði stór og smá;v26har skipini ferðast, har er Livjatan, sum tú skapaði at leika har.v27Øll seta tey álit til tín, at tú vilt teim føði veita í góðum tíma;v28tú teimum gevur, og tey henta upp, tú letur hond tína upp, og tey verða mett av góðum;v29tú andlit títt fjalir, og tey óttast, tú tekur anda teirra aftur, og tey andast, venda aftur til moldar;v30tú sendir út anda tín, og tey verða skapað, og nýtt fær foldin yvirbragd.v31Dýrd Harrans haldi við um allan aldur, hann gleði fái av verkum sínum!v32hann lítur at jørðini, og hon nøtrar, hann nertur við fjøllini, og tey rúka.v33Eg um Harran vil syngja, so leingi eg livi, mínum Guði prísa, so leingi eg eri til.v34Gævi mín songur má vinna hans yndi, í Harranum havi eg frøi mína!v35Gævi syndarar mega oyðast av jørðini burt, og gudleysir hvørva med alla! Sál mín, Harranum lova! Halleluja! |