|
Sálmarnir 106 v1Halleluja! Harranum lovið, tí góður hann er, og miskunn hans varir um ævir!v2Hvør kann siga frá stórverkum Harrans, boða um allan hans heiður?v3Sælir eru teir, ið varða um rættin, ið rættvísi inna á hvørji tíð!v4Hav meg, Harri, í huga, við tíni náði móti fólki tínum, vitja meg við frelsu tíni!v5So at eg skoði lukku teirra útvaldu tína, gleðist við fólks tíns gleði og við ogn tíni fegnist!v6Vit hava syndað við fedrum várum, vit illa hava gjørt og misbrot int.v7Fedrar várir í Egyptalandi undrum tínum góvu ei gætur, virdu einki tína stóru náði, vóru stríðir hinum hægsta við Reyðahavið.v8Tó hann bjargaði teimum fyri navns síns sakir, fyri veldi sítt kunnigt at gera.v9Hann Reyðahavinum hótti, so at tað legðist turt, hann teir førdi gjøgnum dýpið, sum var tað á heiðum.v10Hann teimum bjargaði úr hatara hondum, teimum hjálpti úr fígginda valdi.v11Fíggindar teirra havið fjaldi, ikki ein einasti teirra bjargaður varð.v12Tá høvdu á orð hans teir trúgv og sungu um heiður hans.v13Men brátt teir hans gerningar gloymdu og litu ei á hansara ráð.v14Girnd gekk á teir í oyðimørk, teir freistaðu Guð á heiðum.v15Hann teimum gav tað, teir kravdu, men sendi teimum megurð í kroppin.v16Í tjaldbúðunum teir øvundaðu Móses og Áron, hin heilaga Harrans.v17Tá opnaðist jørðin og gloypti Dátani og lokaðist aftur yvir Ábirams flokki.v18Eldurin brendi alt teirra lið, login teir gudleysu oyddi.v19So gjørdu teir sær undir Hóreb ein kálv, og fyri einum stoyptum bílæti teir nigu.v20Sín stoltleika skiftu teir um fyri bílæti av oksa, ið etur gras.v21Guð teir gloymdu, frelsara sín, sum stórverk gjørdi í Egyptalandi,v22undurgerningar í landi Kams og tekin við Reyðahavið.v23Og hann hugsaði um at oyða teir út, um ikki Móses, hin útvaldi hans, fyri ásjón hans gekk ímillum fyri at venda hans vreiði frá at oyða.v24Landið, hitt dýrmæta, vrakaðu teir og trúðu ei orðum hans.v25Í tjaldbúðum sínum knarraðu teir og lýddu ei Harrans rødd.v26Tá rætti hann upp sína hond og svór at lata teir í oyðimørk falla,v27at sundra teirra avkom heidninganna millum og spjaða teir runt um í londum.v28So fóru teir í felag við Báal-Peor og ótu av ofrunum fyri teimum deyðu.v29Teir voldu honum harm við atferð síni, og ein plága kom millum teirra.v30Men Pinehas steig fram og helt dóm, og tá helt plágan uppat.v31Tað varð honum roknað til rættferð ætt eftir ætt, allar ævir.v32So vaktu teir vreiði við Meribavatnið, og fyri teirra skuld gekst tað Mósesi illa;v33tí teir vóru stríðir móti anda hans, og óvarliga talaði hans muður.v34Fólkini týndu teir ikki, sum Harrin við teir hevði sagt;v35men blandaðust við heidningarnar saman og tóku eftir gerningum teirra.v36Teir dýrkaðu bílæti síni, og hetta varð teimum ein snerra.v37Synir sínar og døtur teir drópu til skurðgudarnar.v38Sakleyst blóð teir rendu, blóð av sínum sonum og døtrum, ið teir ofraðu skurðgudum Kánáans, og landið varð dálkað í blóði.v39Teir óreinir vórðu av gerningum sínum og gjørdu hor við atferð síni.v40Tí birtist Harrans vreiði móti fólki hans, og vaml hann fekk fyri eigindómi sínum.v41Í heidna manna hendur hann gav teir upp, í vald sítt teirra fíggindar teir fingu.v42Teirra hatarar illa teir píndu, undir hond teirra teir kúgaðir vórðu.v43Mangar ferðir hann bjargaði teimum, tó teir vóru stríðir móti ráðum hans og smokkaðu niður í syndir sínar.v44Hann leit til teirra í teirra neyð og lýddi á neyðarróp teirra.v45Hann mintist til sáttmála sín og eymkaðist av síni miklu miskunn.v46Hann læt teir várkunn finna hjá øllum, ið gjørdu teir fangar. v47Bjarga okkum, Harri, vár Guð! Frá heidningunum savna okkum saman, at vit kunnu lova tínum heilaga navni og av tíni dýrd okkum rósa! v48Lovaður veri Harrin, Ísraels Guð, um aldur og allar ævir! Og fólkið alt sigi: Amen! Halleluja! |