Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 107
v1Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!v2So tala tey, ið Harrin loysti, ið hann út úr neyð hevur loyst,v3ið hann hevur savnað saman úr londum, úr eystri og vestri, úr norðri og suðri.v4Teir, sum í oyðimørk viltust og á heiðum og ei funnu leiðir til bygda,v5sum píndust av svongd og av tosta, so í teimum maktaðist sálin,v6sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdumv7og beindi aftur á rætta leið, so at teir vunnu fram til bygda,v8teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum,v9tí at hann mettaði deyðkomna sál, við góðum hann máttleysa sál aftur menti.v10Teir, sum í myrkri sótu og heljarskuggum, av vesæladómi og jarni bundnir,v11tí at teir høvdu treiskast móti orðum Guðs og vanvirt ráð hins hægsta,v12hvørs hjarta var av sorgum nívt, sum staddir í vanda onga hjálp sær vistu,v13sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdumv14og leiddi út úr myrkri og skugga og bond teirra sundur sleit,v15teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum,v16tí at koparhurðar breyt hann upp og sundur sló lokur av jarni.v17Teir, sum sjúkir vóru vegna syndalívs síns og píndust fyri misgerðir sínar,v18hvørs sál hevði vaml fyri øllum mati, sum at heljargrindum komnir vóru,v19sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum,v20sendi sítt orð og teir grøddi og frá grøvini bjargaði teimum,v21teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum,v22takkaroffur munnu teir ofra og við gleði frá verki hans siga.v23Teir, sum skip síni løgdu í hav og keypferðir fóru um sjógvinv24– slíkir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undur hans –v25sum, tá ið vindur eftir boði hans kom, ein stormur, ið aldurnar reisti,v26lyftust til himna upp, niður í dýpið sukku, og í vandanum bilaði hugur,v27sum vinglaðu og sløðraðu eins og druknir og einki vistu til ráða at taka,v28sum tá í neyð síni heittu á Harran, og sum hann tá hjálpti úr trongdum,v29makaði stormin til lítið fleyr, so at slætnaðu havsins bylgjur,v30sum gleddust, tí at tað varð logn, og sum hann førdi í ta havn, teir skuldu,v31teir munnu Harranum prísa fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum,v32hálova honum í samkomu fólksins, takka honum á gamla manna fundi.v33Hann skapar um áir til oyðimerkur og til turrlendi kelduvað,v34til saltheiðar fruktagóða jørð fyri óndskap teirra, ið har búgva.v35Hann skapar um oyðimørk til tjarnir og turrlendi til kelduvað,v36letur svangar har setast niður, so teir har kunnu byggja bygd,v37veltur sáa og vínhagar planta og heysta inn grøði teirra.v38Hann teir vælsignar, so teir nørast í stórum, og fæ teirra hann ei letur minka.v39Men verða teir fáir og geva seg undir av neyð og av sorg og móði,v40so oysir hann háð yvir høvdingar út og letur teir villast á vegleysum heiðum.v41Men fátækum hann lyftir úr armóð hans upp, hann ættirnar røktar sum fylgi av seyðum.v42Rættvísir síggja tað og gleðast, og illskapur allur má tagna.v43Hann, ið vísur er, leggi hetta í geyma og gevi gætur eftir náðigerðum Harrans!