|
Sálmarnir 108 v1Ein songur, ein sálmur, av Dávidi.v2Trygt er hjarta mítt, Guð, syngja eg vil og leika, o, tú sál mín, vakna!v3Vakna saltur og harpa, eg morgunroðan vil vekja!v4Fólkanna millum eg tær, Harri, vil lova, blant fólkasløg eg um teg vil syngja,v5tí til himna upp røkkur tín miskunn og til skýggja trúfesti tín!v6Sýn teg, Guð, í hátign á himni, um allan heimin veri tín dýrd!v7Til tess at tínir vinir mega bjargaðir vera, hjálp tú við høgru hond tíni og bønhoyr meg!v8Guð hevur talað í halgidómi sínum: «Í sigursgleði eg vil Sikem býta sundur, Sukkots-dal vil eg skifta.v9Mítt er Gilead, og mítt er Manasse, Efraim er verja fyri høvdi mínum, Júda mín veldisstavur.v10Móab er mín tváttarskál, til Edóm eg skógvar mínar blaki, rópi fagnaðarróp yvir Filistaland.» –v11Men hvør skal meg føra til hin fasta stað, hvør vil meg leiða til Edóm?v12Tú hevur, Guð, jú rikið okkum burtur, við herum várum tú, o Guð, ikki fylgir út!v13Veit tú okkum móti fíggindanum hjálp, bert eitt eiti er mannahjálp!v14Við Guðs hjálp vit skulu stórverk vinna, várar fíggindar hann í mold treður niður. |