|
Sálmarnir 109 Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur. v1Mín lovsongs Guð, tú ei tigandi ver!v2Tí gudloysis munn teir móti mær opna, við lygutungu teir við meg tala,v3við hataraorðum teir kringseta meg og søkja at mær fyri einki.v4Aftur fyri kærleika mín forfylgja teir meg, sum hildið havi bøn fyri teimum.v5Gott teir mær løna við illum, við hati fyri kærleika mín.v6Revsa hann fyri gudloysi hans! Lat ein klagara standa við hans høgru lið!v7Lat hann sekan ganga av rættinum út og bøn hans veri honum at synd!v8Lat dagar hans fáar verða, og ein annan taka tað, honum var lagað!v9Lat børn hans faðirleys verða, og hústrú hans einkju sita!v10Lat tey sum biddarar fara umkring, verða rikin burtur frá sínum oydda heimi!v11Lat okurkallin taka alla hans ogn, og fremmandar ræna hans góðs!v12Lat ongan várkunna honum, og ongan eymka hans faðirleysu børn!v13Lat eftirslekt hans fara til grundar, við ættarliði einum hans navn verða strokið!v14Gævi, at Harrin minnist faðirs hans misgerð, og at móður hans synd ei verður gloymd!v15Gævi, at tær altíð verða Harranum í huga, og at minni hans verður oytt burt av foldum!v16Tí at hann ikki hugsar um miskunnarverk, men hin arma og neyðstadda pínir, og hin hjartabrotna vil drepa!v17Hann bølbiðjan elskar – lat tað hann raka! Hann signing hatar – lat tað frá honum víkja!v18Lat hann klæðast í bølbiðjan, sum eini klæði, lat tað koma í búk hans sum vatn og í liðir hans eins og olja!v19Tað veri honum sum búni, hann gongur í, sum belti, hann altíð hevur!v20Hetta veri frá Harranum lønin hjá fíggindum mínum og hjá teimum, ið ilt um meg tala.v21Men tú, Harri, drottin mín, hjálp mær fyri navns tíns sakir! Góð er jú náði tín, bjarga mær tí!v22Tí at armur og eymur eg eri, og hjarta mítt stynur mær í brósti.v23Eg fari sum skuggin, ið hellir, sum grashoppur eg út verði tveittur;v24knæ míni rista av føstu, hold mítt skorpnar, tí eingin er salvan.v25Eg teimum eitt spott eri vorðin, tey rista við høvdinum, tá tey meg síggja.v26Hjálp mær, Harri, mín Guð, bjarga mær av tíni náði,v27so at teir sanna, at hond tín tað var, at tað vart tú, Harri, ið tað gjørdi!v28Lat teir bert banna, tá tú vilt vælsigna! Lat fíggindar mínar verða til skammar, men tænara tín seg gleða!v29Lat øvundarmenn mínar verða klæddar í skomm, verða huldar í skemd sum í skikkju!v30Eg Harranum almikið takka vil, í mannfjøld eg honum vil lova.v31Tí fátækum hann stendur við lið fyri at frelsa hann frá teimum, ið hann døma. |