|
|
Sálmarnir 11 v1Til songmeistarans; av Dávidi. Mítt álit eg seti til Harrans. Hvør kunnu tit siga til mína sál: «Flýggja til fjals eins og fuglur!v2Tí sí, illgerðarmenn bogan spenna, ørvar á streingin leggja fyri í myrkri at skjóta eftir rættsintum monnum!v3Tá grundarstólparnir sundur støkka, hvat er tá rættvísur mentur?» –v4Harrin er í heilaga templi sínum, Harrin hevur í himni hásæti sítt. Eygu hans skoða heimin, eygnabrá hans rannsaka menniskjunnar børn.v5Harrin rannsakar ill og góð, sál hans hatar tann, ið órætt elskar.v6Svávul og gløðandi brandar hann letur oman yvir gudleysar regna; glóðheitur vindur teimum í steyp verður máldur.v7Tí rættvísur er Harrin, rættvísi hann elskar, rættsintir fáa hans ásjón at sjá. |