|
|
Sálmarnir 110 Av Dávidi; ein sálmur. v1Harrin segði við harra mín: «Set teg við høgru hond mína, til tess at eg fái tínar fíggindar lagt sum eina fótskør undir føtur tínar.v2Frá Zion skal Harrin rætta út veldis tíns kongastav, ráð tú mitt millum fígginda tína.v3Á herstevnudegi kemur fúsliga fólk títt til funda á heilagum fjøllum; úr fangi morgunroðans kemur til tín ungdóms tíns døgg.v4Svorið hevur Harrin og ikki tað angrar: Tú prestur skalt verða um allar ævir á Melkisedeks vísi.»v5Harrin stendur tær við høgru lið, á sínum vreiðidegi hann kongar týnir.v6Heidninganna millum heldur hann dóm, fyllir við líkum, høvur høggur um víðan vøll.v7Hann drekkur úr ánni á vegnum, tí ber hann høvur sítt hátt. |