Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 111
v1Halleluja! Eg vil Harranum lova av øllum hjarta, har rættvísir koma saman á fundi.v2Mikil eru Harrans verk, gjøgnumhugsað eftir øllum sínum málum.v3Hátign og dýrd er virkan hans, um ævir stendur rættvísi hans.v4Undrum sínum hann setti eitt minni, náðigur er Harrin og miskunnsamur.v5Hann føðslu gevur teimum, ið óttast hann, altíð hann minnist sáttmála sín.v6Mátt gerninga sína hann fólki sínum boðar við teimum at geva heidninganna ognir.v7Trúfesti og rættferð hans handaverk er, álítandi eru boðorð hans øll;v8føst tey standa um allar ævir, gjørd tey eru í sannleika og rætti.v9Endurloysing hann fólki sínum sendi, hann sáttmála sín hevur skipað um ævir; heilagt og øgiligt navn hans er.v10Harrans ótti er upphav at vísdómi, klókskapur góður hjá øllum, ið taka har eftir. Lov hans varir um allan aldur.