|
Sálmarnir 112 v1Halleluja! Sælur er sá, ið Harran óttast og boð hans elskar av sonnum;v2mikið á fold verður avkom hans, ætt hins rættvísa verður vælsignað.v3Vælmegn og ríkidømi í húsi hans er, vælferð hans stendur við allar ævir.v4Fyri rættsintum birtist ljós í myrkri, mildur og góður hin rættvísi er.v5Sælur er maður, ið gávumildur er og fegin lænir og allar leiðir sínar gongur í rættferð.v6Tí aldri hin rættvísi vikast, í ævigum minni hann verður.v7Fyri ringum tíðindum ikki hann ræðist, hans hjarta er trygt og lítur á Harran;v8hans hjarta er fast og uttan ótta, til tess at hann við lyst skoðar fíggindar sínar.v9Hann býtt hevur út og teim fátæku givið, um ævir rættferð hans stendur, í æru hans horn eru reist.v10Hin gudleysi sær tað og harmast, bítur saman tenn og fer til grundar; vón teirra gudleysu verður til einkis. |