|
|
Sálmarnir 113 v1Halleluja! Syngið lov, tit tænarar Harrans, syngið Harrans navni lov!v2Signað veri Harrans navn nú og um allar ævir!v3Frá sólarrisi til sólarlag veri Harrans navn hálovað!v4Hann hevjaður er yvir fólkasløg øll, yvir himnarnar dýrd hans er.v5Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt,v6hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð?v7Hann, ið reisir hin arma úr moldum upp og hin vesæla lyftir úr skarniv8fyri at geva honum sæti høvdinga millum, hjá høvdingum at fólki sínum.v9Hann, ið letur ta ófruktbaru heima búgva sum glaða barnamóður! Halleluja! |