Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 114
v1Tá úr Egyptalandi Ísrael fór, Jákups hús frá fólkinum við fremmandum máli,v2varð Júda halgidómur hans, og Ísrael ríki hans.v3Havið sá tað og flýddi, Jórdan hevði seg burtur.v4Fjøllini lupu sum veðrar, brekkur sum ungir hjørtir!v5Hvat bagir tær, hav, at tú flýggjar, og Jórdan, at tú hevur teg frá?v6Hví leypa tit, fjøll, eins og veðrar, tit brekkur sum ungir hjørtir?v7Fyri Harrans ásjón skelvi tú, jørð, fyri ásjón Jákups Guðs!v8Hann sum umskapar bergið til vøtn, harða klettin til keldur!