|
Sálmarnir 115 v1Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir!v2Hví skulu heiðin fólk siga: «Hvar er nú teirra Guð?»v3meðan Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir!v4Skurðgudar teirra eru silvur og gull, gjørdir av mannahondum.v5Teir hava munn, men tala ikki, hava eygu, men kunnu ei síggja,v6hava oyru, men kunnu ei hoyra, hava nasar, men kenna ikki lukt,v7hava hendur, men kunnu ei taka, hava føtur, men kunnu ei ganga, ei teir mæla við sínum barka.v8Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir, ið líta á teir.v9Men Ísrael lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja.v10Árons ætt lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja.v11Teir, ið Harran óttast, líta á Harran, hann er teirra hjálp og verja.v12Harrin okkum minnist, hann vil vælsigna. Ísraels ætt vil hann signa, Árons ætt vil hann signa.v13Teir, ið Harran óttast, vil hann signa, øll, bæði smá og stór.v14Harrin vil lata tykkum vaksa, tykkum og tykkara børn.v15Av Harranum eru tit signað, ið skapaði himmal og jørð.v16Himmalin er himmal fyri Harranum, men jørðina hann menniskjum gav.v17Teir deyðu ei Harranum lova, og eingin teirra, sum í kvirr fóru niður.v18Men vit, vit vilja Harranum lova nú og um allar ævir. Halleluja! |