|
Sálmarnir 116 v1Eg Harran elski, tí at hann hoyrir mína rødd, mítt bønliga róp;v2tí at hann vendir oyra sítt til mín; eg allar mínar dagar vil kalla á hann.v3Tá ið deyðans bond verða um meg spent, og heljarræðslur mær møta, tá ið eg eri staddur í trongd og neyð,v4tá kalli eg á Harrans navn: «Sál míni bjarga tú, Harri!»v5Mildur og rættvísur Harrin er, miskunnsamur er vár Guð.v6Harrin teir verndarleysu varðar, í hjálparloysi mínum hjálpir hann mær.v7Vend aftur, sál mín, til tína ró, tí Harrin ger væl móti tær!v8Ja, tú sál míni bjargar úr deyða, mínum eyga frá gráti, mínum fóti frá falli.v9Fyri Harrans ásjón eg gangi í lívsins landi.v10Eg eri glaður og reystur, um enn eg má siga: «Sára eymur eg eri.»v11Í míni angist eg segði: «Ber blekking eru menniskju øll!»v12Hvat skal eg Harranum geva aftur fyri allar vælgerðir hans móti mær?v13Frelsunnar bikar eg hevja vil hátt, og Harrans navn eg kalla vil á.v14Míni lyfti til Harrans halda eg vil fyri eygunum á øllum hans fólki.v15Dýrur er í Harrans eygum deyðin hjá dýrkarum hans.v16Á, Harri! – eg eri tænari tín, tænari tín, sonur trælkonu tínar, tú loysir meg úr bondum mínum.v17Lovoffur vil eg tær bera, á Harrans navn vil eg kalla.v18Míni lyfti til Harrans halda eg vil fyri eygunum á øllum hans fólki,v19í tempulforgørðum Harrans, í tínari miðju, Jerúsalem! Halleluja! |