Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 118
v1Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!v2Taka skal Ísrael undir: «Ja, miskunn hans varir um ævir!»v3Siga skal Árons ætt: «Ja, miskunn hans varir um ævir!»v4Siga skulu teir, ið Harran óttast: «Ja, miskunn hans varir um ævir!»v5Úr trongdini eg rópti á Harran, á víðavangi meg Harrin bønhoyrdi.v6Harrin er við mær, ikki eg óttist, hvat kunnu mær menniskjur gera?v7Harrin er hjálparmaður mín, við lyst eg man mínar hatarar síggja.v8Betri er til Harrans at leita enn á menniskjur at líta.v9Betri er til Harrans at leita enn á høvdingar at líta!v10Heiðin fólk øll søktu at mær, í Harrans navni eg av teimum vann.v11Frá øllum síðum tey kringsettu meg, í Harrans navni eg av teimum vann.v12Tey flyktust um meg sum býflugur um vaks, (í Harrans navni eg av teimum vann). Tey leikaðu sum eldur í tornagreinum, í Harrans navni eg av teimum vann.v13Eg árendur varð og var komin til fals, men Harrin var mær til hjálpar.v14Máttur mín og lovsongur Harrin var, og hann varð mær til frelsu.v15Gleðiróp hoyrast og sigursljóð í tjaldbúðum rættvísra manna:v16«Harrans høgra hond kraftarverk innir, Harrans høgra hond hevjað er, Harrans høgra hond kraftarverk innir!»v17Ikki eg doyggja skal, men liva og siga frá gerningum Harrans.v18Harðliga hevur Harrin meg revsað, men ikki hann til deyðans meg gav.v19Latið upp fyri mær rættvísiportur, at eg kann fara inn og Harranum lova!v20Hetta er Harrans portur, rættvísir her ganga inn!v21Eg tær lovi, tí at tú meg bønhoyrdi, og tú mær til frelsu ert vorðin!v22Steinurin, ið smiðirnir vrakaðu, er vorðin hornsteinur.v23Frá Harranum hetta er komið, tað er undurfult í várum eygum.v24Hetta er dagurin, ið Harrin hevur gjørt, lat okkum fegnast og gleðast á honum!v25Á, Harri, gev tú tá frelsu! á, Harri, lat tað tá eydnast!v26Vælsignaður veri hann, sum kemur í Harrans navni! Frá Harrans húsi vit tykkum vælsigna.v27Harrin er Guð, og hann gjørdi tað ljóst fyri okkum! Sláið ring við greinum og dansið at altarsins hornum!v28Guð mín ert tú, eg vil tær lova. Guð mín, eg vil tær lovprísa!v29Harranum lovið, tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir!