|
Sálmarnir 119 v1Sælir eru teir, ið rættan veg ganga, sum halda seg eftir Harrans lóg.v2Sælir eru teir, sum boðorð hans halda, sum hann av øllum hjarta søkja,v3sum ikki nakran órætt gera, men ganga á leiðum hans.v4Tú hevur boð tíni givið, at ein teimum væl skal ansa.v5Gævi mínir vegir verða so fastir, at eg má halda viðtektir tínar!v6Tá skal eg ikki verða til skammar, tá ið eg líti at øllum tínum boðum.v7Av heilum hugu eg vil tær takka, tá ið eg læri tínar rættvísu dómar.v8Eg tínum ráðum vil geva gætur, so vilt tú aldri frá mær fara. v9Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum.v10Av øllum mínum hjarta eg havi teg søkt, lat meg ei villast frá boðum tínum burtur!v11Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær.v12Lovaður veri tú, Harri, kenn mær boðorð tíni!v13Við mínum vørrum rokni eg upp allar avgerðir av tínum munni.v14Eg gleðist um vegir vitnisburða tína alvæl meira enn um ríkdóm.v15Um tíni boðorð grunda eg vil og hyggja at vegum tínum.v16Um lógir tínar fegnist eg, og orð tíni ikki eg gloymi. v17Unna tænara tínum at liva, at eg kann orð tíni halda!v18Lat upp eygu míni, at síggja eg kann undrini í tíni lóg!v19Fremmandur eg eri í heimi, fjal ikki fyri mær ráðini tíni!v20Sál mín pínist av longsli á hvørji stund eftir avgerðum tínum.v21Tú hóttir teir freku, teir bannaðir eru, ið víkja frá tilskilan tíni.v22Tak burtur av mær skomm og spott, tí samtyktir tínar havi eg hildið!v23Um so høvdingar leggja móti mær ráð, hugsar um boð tíni tænari tín.v24Vitnisburðir tínir eru mín lyst, eru ráðamenn mínir. v25Sál mín við dusmið hongur, lívga meg eftir orðum tínum!v26Eg greiddi frá vegum mínum, tú meg bønhoyrdi, kenn mær boðorð tíni!v27Lat meg skilja vegin í boðum tínum, at eg kann grunda um undur tíni!v28Sál mín grætur av sorg, reis meg upp eftir orði tínum!v29Halt lygigøtu frá mær burtur, gev mær í náði tína lóg!v30Trúskapar gøtu havi eg valt, samtyktir tínar stundi eg á.v31Við viðtektir tínar hangi eg fastur. Harri, lat meg ei verða til skammar!v32Eg renni veg vitnisburða tína, tí hjarta mítt uggaði tú. v33Kenn mær, Harri, veg boðorða tína, at eg tey til enda kann halda!v34Lýs upp hug mín at halda tína lóg og henni fylgja av øllum mínum hjarta!v35Leið meg á gøtu boðorða tína, tí til hennara havi eg tokka!v36Boygg mítt hjarta at samtyktum tínum og ikki til órættan vinning!v37Vend mínum eygum frá at hyggja at fáfongd, lívga meg við tínum orði!v38Staðfest fyri tænara tínum sagnir tínar, sum geva ótta til tín.v39Tak skomm mína burtur, sum eg stúri fyri, tí góðar eru ráðagerðir tínar!v40Sí, mær leingist eftir boðorðum tínum, lívga meg við rættvísi tíni!v41Lat góðsku tína verða mær fyri, Harri, frelsu tína eftir tínum orðum,v42at eg kann geva mínum spottarum svar, tí at orð títt líti eg á!v43Tak ikki sannleikans orð mær heilt úr munni, tí eftir avgerðum tínum eg bíði!v44Lat meg altíð lóg tína halda um aldur og allar ævir,v45so vil eg ferðast um víðan vøll, tí samtyktir tínar eg søki.v46Um vitnisburðir tínar eg fyri kongum vil tala, og ikki eg verða skal fyri skommum.v47Gleðast eg vil um boðorð tíni, sum eg eri góður við.v48At tínum elskaðu boðum eg hondina rætti og grundi um forskriftir tínar. v49Minst til orð títt fyri tænara tínum, tí at tú hevur latið meg vóna!v50Tað er í neyðini uggan mín, at orð títt hevur meg hugað.v51Frekir meg háða í stórum, men eg lóg tíni ei víki frá.v52Eg minnist tínar dómar í forðum, Harri, og uggan eg fái.v53Eg brennandi vreiður um teir gudleysu eri, sum lóg tíni frá eru falnir.v54Til sangir vórðu mær boðorð tíni í útlegdar húsi mínum.v55Eg minnist, Harri, navn títt á nátt og gevi lóg tíni gætur.v56Hetta er mær fallið í lut at halda boðorð tíni. v57Lutur mín Harrin er, eg havi sett mær fyri at halda tíni orð.v58Eg teg bønliga bað av øllum mínum hjarta, náða meg eftir orðum tínum!v59Um mínar vegir eg hugsað havi og fót mín flutt aftur til viðtektir tínar.v60Eg skundaði mær og bíðaði ikki við at halda samtyktir tínar.v61Snerrur gudleysra manna um meg eru, men lóg tína eg ikki havi gloymt.v62Á miðjari nátt eg fari upp tær at prísa fyri tínar rættvísu reglur.v63Eg eri felagi teirra, ið óttast teg og halda avgerðir tínar.v64Miskunn tín, Harri, jørðina fyllir, kenn mær boðorð tíni! v65Væl hevur tú tínum tænara gjørt, Harri, eftir orðum tínum.v66Lær meg gott vit og skil, tí á boðorð tíni eg líti!v67Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur.v68Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni!v69Vándir meg dálka við lygnum, men av øllum hjarta eg haldi tíni boð.v70Feitt sum tálg er hjarta teirra, men eg um lóg tína glaður eri.v71Tað var mær at gagni, at eg boygdur varð, so at eg kann læra forskriftir tínar.v72Lógin av munni tínum er mær betri enn gull og silvur í túsundtali. v73Hendur tínar hava meg gjørt og meg skapað, kenn mær, at eg boð tíni læri!v74Lat tey, ið teg óttast, meg síggja og gleðast, tí eftir orðum tínum eg bíði!v75Harri, eg veit, at tíni ráð eru rættvís, og at tú í trúskapi hevur meg boygt.v76Lat góðsku tína verða mín uggan eftir orðum tínum til tænara tíns!v77Lat miskunn tína verða mær fyri, at eg liva má; lóg tín er mín lyst!v78Lat vándar skammast, tí við lygnum teir órætta meg, eg grundi um samtyktir tínar.v79Lat teir venda sær til mín, ið teg óttast, og teir, ið kenna avgerðir tínar!v80Lat hjarta mítt vera fullkomið í tínum boðum, at eg ikki má verða til skammar! v81Sál mín tráar eftir frelsu tíni, eftir tínum orði eg bíði.v82Eygu míni tráa eftir orðum frá tær, eg sigi: Nær vilt tú veita mær ugga?v83Tí eg eri eins og leðursekkur í royki, men boð tíni eg ikki havi gloymt.v84Hvussu mangir eru dagar tænara tíns. Nær vilt tú døma mínar øvundarmenn?v85Frekir hava gravað fyri mær gravir, menn, sum ikki lóg tína halda.v86Trúføst eru øll boðorð tíni, við lygnum teir eftir mær eru, mær hjálp!v87Tætt við teir hava oytt meg í landinum, men samtyktir tínar eg ikki havi svikið.v88Lívga tú meg eftir mildi tíni, at eg kann goyma vitnisburðin av tínum munni! v89Um allar ævir, Harri, orð títt er, fast tað stendur á himni.v90Ætt eftir ætt varir trúskapur tín, tú jørðina grundaði, og hon stendur.v91Samtyktir tínar standa við, tað eru tær, ið hava hildið tínum tænara uppi.v92Hevði lóg tín ikki verið mín lyst, so var eg í eymd míni farin til grundar.v93Boðorð tíni eg onga tíð gloymi, tí við teimum tú hevur meg lívgað.v94Tú meg eigur, hjálp tú mær, tí boðorðum tínum eg spurt havi eftir!v95Vándir mær bíða, meg at týna, men vitnisburðum tínum gevi eg gætur.v96Fyri øllum fullkomnum síggi eg mark, men boð tíni hava ei mál. v97Hvør eg lóg tína elski, allan dagin hon er mær í huga.v98Boðorð tíni meg vísari gera um fíggindar mínar, tí altíð tey eru mær hjá.v99Eg klókari eri enn allir lærarar mínir, tí um vitnisburðir tínar eg grundi.v100Eg vitugari eri enn teir gomlu, tí um samtyktir tínar eg hugsi.v101Frá hvørjum illum vegi eg fóti mínum haldi aftur, fyri at halda mær á tínum vegi.v102Frá avgerðum tínum eg ei eri vikin, tí tú hevur givið mær kunnskap.v103Hvør søt er tín tala fyri góma mín, meira enn hunangur fyri mín munn!v104Við boðorðum tínum eg klókskap havi fingið, tí eg hati hvørja lygigøtu. v105Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.v106Svorið eg havi og tað hildið, at halda tínar rættvísu reglur.v107Sára eg niðurboygdur eri, Harri, meg lívga eftir orði tínum!v108Lat ofrið av mínum munni tær dáma, og kenn mær, Harri, forskriftir tínar!v109Altíð eg gangi við lívinum í hondunum, men lóg tína ikki eg gloymi.v110Vándir seta fyri meg snerrur, men frá boðum tínum eg ikki eri vilstur.v111Vitnisburðir tínir eru ogn mín um ævir, tí mín hjartans gleði teir eru.v112Eg mínum hjarta havi vent at gera tíni boð um ævir og alt til enda. v113Eg teir tvísintu hati, men eg lóg tína elski.v114Skjól mítt og skjøldur tú ert, tínum orðum eg bíði.v115Víkið frá mær, vándir menn, eg Guðs míns boð vil halda!v116Styðja meg eftir tínum orði, at eg má liva, og lat í míni vón meg ikki verða til skammar!v117Halt mær uppi, at eg má verða frelstur og altíð við gleði at boðum tínum líta!v118Tú allar teir vrakar, ið havna tíni boð, tí ástundan teirra er lygn.v119Eins og berskaka tú metir allar vándar á jørð, harfyri eg elski vitnisburðir tínar.v120Tað ristir í mínum kjøti av ræðslu fyri tær, fyri ráðum tínum eg óttist. v121Eg rætt og skjal havi gjørt, gev meg ikki upp til kúgarar mínar!v122Gakk í veður fyri tænara tín, lat ikki frekar meg kúga!v123Eygu míni tráa eftir frelsu tíni og eftir tíni rættvísu talu.v124Ger við tænara tín eftir miskunn tíni og kenn mær boðorð tíni!v125Tænari tín eg eri; gev mær vit, at eg má kenna samtyktir tínar.v126Tíð er hjá Harranum okkurt at gera, teir hava lóg tína brotið.v127Tí eg elski boðorð tíni meira enn gull og gripir.v128Tí eg haldi mær eftir øllum tínum boðum, og hvørja lygigøtu eg hati. v129Vitnisburðir tínir undurfullir eru, tí tekur sál mín teir vara.v130Opinbering orða tína íbirtir ljós, ger teir óroyndu vísar.v131Eg munn mín opni og mungi, tí eg stundi á boðorð tíni.v132Vend tær til mín og náða meg, sum rætt er mót teimum, ið navn títt elska!v133Fest míni fet við orðum tínum, lat ongan órætt mær valda!v134Bjarga mær úr yvirgangi manna, at eg kann halda samtyktir tínar!v135Lat andlit títt lýsa yvir tænara tínum og kenn mær boðorð tíni!v136Áarløkir renna úr eygum mínum, tí teir ikki lóg tína halda. v137Rættvísur ert tú, Harri, og rættir eru dómar tínir.v138Samtyktir tínar tú í rættvísi gjørdi og í trúskapi miklum.v139Mítt yvri hevur meg etið, tí fíggindar mínir hava gloymt tíni orð.v140Heilt er reinsað tala tín, og tænari tín hana elskar.v141Lítil eg eri og lítið virdur, men boðorð tíni eg ikki havi gloymt.v142Rættvísi tín um ævir er rættur, og lóg tín trúfesti er.v143Neyð og trongd meg hava rakað, men boð tíni eru mín lyst.v144Samtyktir tínar eru rættur um ævir, gev mær skyn, at eg má liva! v145Eg rópi av øllum hjarta, svara mær, Harri, eg haldi tíni boð!v146Eg á teg kalli, hjálp tú mær, at eg kann fylgja samtyktum tínum!v147Árla í lýsing eg rópi og bíði eftir orðum tínum.v148Míni eygu eru undan vøkunum vakin fyri at grunda um tíni orð.v149Hoyr mína rødd eftir mildi tíni, lívga meg, Harri, eftir ráðum tínum!v150Nær eru teir, ið hugsa um illgerð, langt teir eru frá lóg tíni burtur.v151Tú, Harri, ert nær, og sannleikur eru øll tíni boð.v152Úr forðum veit eg av vitnisburðum tínum, at tú teir um ævir hevur grundað! v153Hygg til mína stóru neyð og mær hjálp, tí lóg tína eg ikki havi gloymt!v154Stríð fyri sak mína og loys meg út, lívga meg eftir orðum tínum!v155Fjart er frelsan frá vándum burtur, tí eftir boðum tínum ikki teir spyrja.v156Mikil er, Harri, miskunn tín, lívga meg eftir ráðum tínum!v157Mangir eru fíggindar og hatarar mínir, frá samtyktum tínum eg ikki eri vikin.v158Eg trúleysar havi sæð og fekk vaml, tí orð tíni ikki teir hildu.v159Sí, eg elski vitnisburðir tínar, Harri, lívga meg eftir tíni miskunn!v160Samtalið av tínum orðum sannleiki er, um ævir vara tíni rættvísu ráð. v161Uttan grund at mær høvdingar søkja, men hjarta mítt orð tíni óttast.v162Glaður eg eri um talu tína sum maður, ið veiðir góðan fong.v163Lygn eg hati og skýggi, men lóg tína havi eg elskað.v164Sjey ferðir um dagin eg tær lovi fyri tínar rættvísu dómar.v165Miklan frið eiga teir, ið lóg tína elska, og eingin er meinbogin teimum fyri.v166Eg frelsu tíni bíði, Harri, og boðorð tíni eg haldi.v167Vitnisburðir tínar sál mín goymir, og so sára eg teir elski.v168Eg samtyktir tínar og boð tíni haldi, tí allir mínir vegir eru tær fyri eygum. v169Lat neyðarróp mítt koma fyri títt andlit, gev, Harri, mær skyn eftir orðum tínum!v170Lat mína stynjan koma fyri ásjón tína, bjarga mær eftir orðum tínum!v171Varrar mínar skulu lov títt floyma, tí boð tíni tú mær kennir.v172Tunga mín syngur um tíni orð, tí rættvísi eru øll boðorð tíni.v173Hond tín mær komi til hjálpar, tí valt eg havi samtyktir tínar!v174Mær leingist, Harri, eftir frelsu tíni, og lóg tín er mín lyst.v175Lat sál mína liva, at eg kann tær lova, og ráð tíni mær verði til hjálpar!v176Villur eg fór, leita upp tænara tín sum ein burturvilstan seyð, tí samtyktir tínar eg ikki havi gloymt! |