Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 12
v1Til songmeistarans; til sjeminitt; ein sálmur av Dávidi.v2Hjálp tú, Harri, tí gudsótti er horvin, frá monnum er trúskapur vikin;v3lygn teir tala, hvør við annan, við sleiskum vørrum, við tvífaldum sinni teir tala.v4Gævi Harrin oyddi allar sleiskar varrar, hvørja tungu, ið hámikil mælir;v5teir, ið siga: «Við vári tungu vit sterkir eru, várar varrar við okkum eru, hvør er harri vár?»v6«Fyri valdsgerð mót eymum, fyri stynjan teirra ørmu eg nú reisast vil,» sigur Harrin, «og frælsi geva hvørjum, ið stundar hará.»v7Orð Harrans eru rein orð, skírt silvur, sjey ferðir reinskað gull.v8Tú vilt tey varða, Harri, okkum verja mót hesi slekt, allar ævir.v9Víða sveima illgerðarmenn, tá níðingskapur metist høgt millum manna.