Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 120
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1Á Harran eg kallaði í míni neyð, og hann mær svaraði aftur.v2Harri, sál míni bjarga frá lygivørrum, frá svikafullari tungu!v3Hvat skal teg ráma og aftur ráma, tú svikatunga!v4Ørvar valdsharrans hvestar eru í glóðum av gývilrunni.v5Eya meg, sum fremmandur eri hjá Meseki, og búgvi við Kedars tjøld!v6Ov leingi hevur sál mín dvølst hjá teimum, ið hata frið.v7Sjálvt um eg friðarorð mæli, eru teir til reiðar til kríggj.