Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 121
Ein pílagrímsferðarsongur.v1Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp?v2Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar.v3Hann vil ikki lata fót tín snáva, vaktari tín vil ikki sova.v4Nei, ikki blundar og ikki svevur varðmaður Ísraels.v5Harrin er vaktari tín, Harrin tín verndarskuggi við tína høgru hond.v6Um dagin skal sólin ei stinga teg, ella um náttina mánin.v7Frá øllum illum skal Harrin teg varða, hann tína sál skal varða.v8Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.