|
|
Sálmarnir 122 Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi.v1Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: «Vit fara í Harrans hús.»v2Føtur várir staðið hava í tínum liðum, Jerúsalem!v3Jerúsalem, bygd sum ein staður, har fólkið alt kemur saman,v4hagar fara ættirnar niðan, Harrans ættir. Hjá Ísrael er tað ein samtykt at prísa Harrans navni har.v5Tí har eru dómstólar settir, stólar fyri Dávids hús.v6Biðið um frið fyri Jerúsalem! Væl veri hennar tjaldbúðum fyri!v7Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum!v8Fyri brøðra mína og frænda sakir ynski eg tær frið!v9Fyri Guðs várs, Harrans tempuls skuld biði eg um tína lukku! |