Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 124
Ein pílagrímsferðarsongur; av Dávidi.v1Um ikki Harrin hevði við okkum verið, soleiðis Ísrael sigi!v2Um ikki Harrin hevði við okkum verið, tá menniskjur reistust mót okkum,v3so høvdu tær okkum livandi etið, tá vreiði teirra birtist mót okkum,v4so høvdu aldurnar skolað okkum burtur, flóðin var farin upp um vára sál;v5so høvdu teir brotið um vára sál, teir óføru sjógvar.v6Lov fái Harrin, ið ei gav okkum upp sum bráð fyri tonnum teirra!v7Sál vár rætt sum fuglurin slapp úr fuglamansins snerru. Snerran fór sundur, og sloppin vit vóru.v8Í Harrans navni er okkara hjálp, skapara himmals og jarðar.