Sálmarnir 125
Ein pílagrímsferðarsongur
v1Teir, ið á Harran líta, eru sum Zions fjall, ið ikki vikast um ævir;v2fastur hann stendur sum Jerúsalem, ið fjøll eru uttan um; og Harrin um fólk sítt er nú og um allar ævir.v3Tí ikki skal gudloysis kongsstavur hvíla á arvalutinum hjá teimum rættvísu, fyri at rættvísir ei skulu rætta hendur sínar at misgerð.v4Harri, ger væl ímót teimum góðu og teimum, ið hava eitt reiðuligt hjarta!v5Men teir, ið ganga sniðgøtur sínar, vil Harrin lata farast saman við illgerðarmonnum. Friður yvir Ísrael!