Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 126
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1Tá ið Harrin vendi lagnu Zions, tá sum í dreymum vit gingu;v2tá av látri varð muður vár fullur, vár tunga av fagnaðarrópi; tá ljóðaði tað heidninganna millum: «Stórverk hevur Harrin móti hesum gjørt.»v3Ja, stórverk gjørdi Harrin móti okkum, og fegin vit vórðu.v4Harri, vend tú lagnu vári sum áarløkum í suðurlandi!v5Tey, ið sáa við gráti, skulu heysta við gleði.v6Grátandi fara tey sáandi sáðið, fegin koma tey berandi bundi.