Sálmarnir 127
Ein pílagrímsferðarsongur, av Sálomoni.
v1Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir.v2Til einkis fara tit tíðliga upp og ganga síðla til hvíldar og eta møðisamt breyð; tað sama hann vini sínum gevur í svøvni.v3Sí, ein Harrans gáva eru synir, lívsins frukt er ein løn.v4Sum ørvar í hond á kappa, so eru ungdóms synir.v5Sælur er maður, ið ørvahúsan fyltan hevur við teimum; teir verða ikki til skammar, tá teir í liðinum við fíggindar tingast.