Sálmarnir 128
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1Sælur er hann, sum Harran óttast, og sum leiðir hans gongur.v2Tað, ið hendur tínar avrika, njóta tú skalt, sælur ert tú, væl veit tær við!v3Kona tín er sum eitt fruktagott víntræ inni í húsi tínum. Synir tínir sum oljukvistar rundan um borðið hjá tær.v4Ja, soleiðis verður signaður maður, ið ber fyri Harranum ótta.v5Harrin vil teg frá Zion vælsigna, glaður tú skoða skalt Jerúsalems eydnu allar dagar á ævi tíni.v6Og sonasynir tínar fært tú at síggja! Friður yvir Jerúsalem!