Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 129
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1Mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum – so sigi Ísrael –v2mangt hava teir illa við meg gjørt frá ungdómi mínum, men ikki teir vunnu á mær.v3Á mínum baki hava pløgingarmenn pløgt og gjørt foyrurnar langar;v4men Harrin er rættvísur, sundur hann sleit gudleysra manna reip!v5Við skommum skulu teir undan víkja allir fíggindar Zions,v6og verða sum grasið á tekjum, ið følnar, áðrenn tað er vaksið,v7so at sláttumaðurin ikki fær upp í nevan, og hoykonan ikki ein føvning,v8og tey, ið koma framvið, ikki siga: «Harrin signi tykkum!»