Sálmarnir 130
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1Úr djúpunum, Harri, eg rópi á teg,v2Harri, hoyr mína rødd! Oyru tíni lat lýða á mína bønligu reyst!v3Um tú, Harri, gavst syndunum far, Harri, hvør kundi tá staðið við?v4Men hjá tær er syndafyrigeving, at tey mega óttast teg.v5Eg Harranum bíði, sál mín bíðar, orð hans líti eg á.v6Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni,v7Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn.v8Hann vil Ísrael loysa frá syndum tess øllum.