Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 132
Ein pílagrímsferðarsongur.
v1Minst tú, Harri, Dávidi allar treytir hans,v2hvussu hann Harranum svór, gjørdi Jákups veldiga lyfti:v3«Eg vil ei ganga inn í tjaldhús mítt og ei fara upp í mína song,v4ei unna eygum mínum svøvn ella eygnalokum mínum blund,v5fyrr enn eg havi funnið fyri Harranum stað, ein bústað fyri Jákups veldiga!»v6«Sí, vit hava um hann hoyrt í Efrata, funnið hann á Jáars mørkum.v7Latum okkum fara at bústaði hans og níga niður fyri fótskør hans!v8Rís, Harri, og far á hvíldarstað tín, tú og ørk veldis tíns!v9Lat prestar tínar í rættlæti klæðast, og dýrkarar tínar fegnast!v10Fyri sakir Dávids, tænara tíns, vís ei tínum salvaða burtur!»v11Harrin hevur Dávidi trygdareið svorið, sum ei hann man ganga frá: «Av ávøksti lenda tína vil eg seta mann í hásæti títt.v12Um synir tínir halda sáttmála mín og boðorð tey, eg teimum kenni, skulu eisini synir teirra um ævir sita í hásæti tínum.»v13Tí Zion hevur Harrin valt sær út, kannað sær tað til bústað:v14«Hetta er hvíldarstaður mín um ævir, her vil eg búgva, tí eg havi hann mær kannað.v15Vistir hans vil eg vissuliga signa, og fátækar hans vil eg metta við breyði.v16Prestar hans vil eg klæða í frelsu, og gudsdýrkarar hans skulu rópa í fegni.v17Har lati eg vaksa fyri Dávidi horn, har búgvi eg mínum salvaða lampu til.v18Fíggindar hans eg klæði í skomm, men á honum skal krúna hans ljóma.»