Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 135
v1Halleluja! Lovið Harrans navni, lovið, tit tænarar Harrans,v2ið standa í Harrans húsi, í forgørðum hús várs Guðs!v3Harranum lovið, tí góður er Harrin, leikið fyri navni hans, tí yndisligt tað er!v4Tí Jákup hevur Harrin sær kosið, Ísrael sær til ognar og óðals.v5Tí at eg veit, at mikil er Harrin, drottin vár, meiri enn allir gudar.v6Harrin ger alt tað, ið honum tykir á himni og á jørð, í havinum og djúpunum øllum.v7Hann leiðir skýggini upp frá endamarkum jarðar, letur snarljós verða at regni og sleppir storminum út úr goymslum sínum.v8Hann, ið teir frumgitnu Egyptalands sló, bæði menn og djór,v9sendi tekin og undur yvir teg, Egyptaland, móti Fárao og øllum hans sveinum.v10Hann, ið mangar tjóðir sló og feldi veldigar kongar.v11Sihon, Ámoritakongin, og Og, kongin í Básjan, og kongaríki øll í Kánáan,v12og gav teirra land til ognar, til ognar hjá Ísrael, fólki sínum.v13Harri, navn títt varir um ævir, áminning tín, Harri, ætt eftir ætt;v14tí Harrin rætt veitir fólki sínum og eymkast yvir tænarar sínar.v15Skurðgudar heidninganna eru silvur og gull, verk av manna hondum.v16Munn teir hava, men tala ikki, eygu, men kunnu ei síggja.v17Oyru teir hava, men hoyra ikki, og eingin er andadráttur í munni teirra.v18Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir teir, ið á teir troysta.v19Ísraels ætt, Harranum lovið! Árons ætt, Harranum lovið!v20Levi ætt, Harranum lovið! Tit, ið Harran óttast, Harranum lovið!v21Lovaður veri Harrin frá Zion, hann, sum býr í Jerúsalem! Halleluja!