Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 136
v1Takkið Harranum, tí at hann er góður, tí at miskunn hans varir um ævir!v2Takkið Guði gudanna, tí at miskunn hans varir um ævir!v3Takkið drotti drotnanna, tí at miskunn hans varir um ævir!v4Honum, ið eina ger mikil undur, tí at miskunn hans varir um ævir!v5Honum, ið skapaði himin við viti, tí at miskunn hans varir um ævir!v6Honum, ið breiddi út jørðina á vøtnunum, tí at miskunn hans varir um ævir!v7Honum, ið skapaði tey stóru ljós, tí at miskunn hans varir um ævir!v8Sólina til tess at ráða fyri deginum, tí at miskunn hans varir um ævir!v9Mánan og stjørnurnar at ráða fyri náttini, tí at miskunn hans varir um ævir!v10Honum, ið sló Egyptar við drápi av frumgitnum teirra, tí at miskunn hans varir um ævir!v11Og leiddi Ísrael burtur frá teim, tí at miskunn hans varir um ævir!v12Við sterkari hond og útrættum armi, tí at miskunn hans varir um ævir!v13Honum, ið skifti Reyðahavið sundur, tí at miskunn hans varir um ævir!v14Og læt Ísrael ganga ígjøgnum tað, tí at miskunn hans varir um ævir!v15Og koyrdi Fárao og her hans í Reyðahavið út, tí at miskunn hans varir um ævir!v16Honum, ið fólk sítt í oyðimørkini leiddi, tí at miskunn hans varir um ævir!v17Honum, ið miklar kongar sló, tí at miskunn hans varir um ævir!v18Og feldi veldigar kongar, tí at miskunn hans varir um ævir!v19Sihon, Ámoritakongin, tí at miskunn hans varir um ævir!v20Og Og, kongin í Básjan, tí at miskunn hans varir um ævir!v21Og gav teirra land til ognar, tí at miskunn hans varir um ævir!v22Til ognar hjá Ísrael, tænara sínum, tí at miskunn hans varir um ævir!v23Honum, ið mintist okkum í vesældómi várum, tí at miskunn hans varir um ævir!v24Og bjargaði okkum frá fíggindum várum, tí at miskunn hans varir um ævir!v25Honum, ið gevur øllum livandi breyð, tí at miskunn hans varir um ævir!v26Takkið Guði himnanna, tí at miskunn hans varir um ævir!