|
|
Sálmarnir 137 v1Við áirnar í Bábel har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust til Zion;v2á pílatrøini har vit hongdu upp hørpur várar.v3Tí at har kravdu ránsmenn várir sangljóð av okkum, og kúgarar várir gaman: «Syngið fyri okkum úr Zionssongum!»v4Hvussu kundu vit syngja Harrans sangir á fremmandari grund?v5Um eg teg, Jerúsalem, gloymi, tá visni mín høgra hond!v6Tunga mín hangi í gómanum føst, um ikki eg minnist til tín, um ikki eg seti Jerúsalem yvir mítt hægsta yndi!v7Muna, Harri, Edóms sonum Jerúsalems vanlukkudag! Tá ið teir rópaðu: «Rívið niður, rívið niður, líka niður í grund!»v8Bábels dóttir, tú sum oyðileggur! Sælur hann, ið tær lønar ta gerð, sum tú okkum gjørdi!v9Sælur hann, ið børn tíni tekur og slær tey í stein! |