|
Sálmarnir 138 Av Dávidi. v1Eg vil tær lova av øllum mínum hjarta, frammi fyri gudum eg vil tær lovsyngja.v2Eg vil níga niður fyri tínum heilaga templi, eg vil lova navni tínum fyri miskunn og trúfesti tína; tí dýrt hevur tú orð títt gjørt yvir alt títt navn.v3Tann dag eg rópaði, bønhoyrdi tú meg, tú gjørdi meg reystan, sál mín fekk styrki.v4Lova tær, Harri, skulu allir kongar heimsins, tá ið teir hoyra orðini av tínum munni.v5Teir skulu syngja um vegir Harrans, tí at mikil er dýrd Harrans,v6tí at háur er Harrin og skoðar teir smáu, og tekkir teir hástóru langt burtur.v7Um eg í trongd eri staddur, tú letur meg halda lívi. Tú hond tína rættir út móti vreiði fígginda mína, og høgra hond tín mær hjálpir.v8Harrin vil gera alt mær fyri bestum. Harri, miskunn tín varir um ævir! Gev ikki upp verk handa tína! |