|
Sálmarnir 139 Til songmeistarans, av Dávidi, ein sálmur. v1Harri, tú meg rannsakar og kennir.v2Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn.v3Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar.v4Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar.v5Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt.v6Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur.v7Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni!v8Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har;v9lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav,v10eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda!v11Um eg sigi: «Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!»v12Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær.v13Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi!v14Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit.v15Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum.v16Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.v17Hvør torskilnar eru, Guð, mær hugsanir tínar, hvør miklar tær allar tilsamans!v18Vil eg tær telja, eru tær fleiri enn sandur, eg man vakna og vera enn hjá tær.v19Gævi tú, Guð, vildi drepa teir gudleysu, og at blóðsekir menn mær viku ífrá,v20teir, ið tær standa ímóti við svikum, teir, ið navn títt hava í fáfongd.v21Man eg ikki hata, Harri, hatarar tínar, man mær ikki standast við fíggindar tínar!v22Við fullum hatri eg teir hati, teir eru vorðnir óvinir mínir.v23Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan!v24Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin! |