|
|
Sálmarnir 14 v1Til songmeistarans; av Dávidi. Í hjarta dárar siga: «Ei nakar Guð er til.» Teirra gerð er ring, er ljót; ei er nakar, ið ger gott.v2Av himni Harrin lítur á mannabørnini niður at vita, um nakar er vitur, um nakar søkir Guð.v3Teir eru allir spiltir, allir sum ein eru viltir; hann er eingin, ið ger gott, ikki ein einasti teirra.v4Fata teir tá einki, allir illgerðarmenn, teir, ið eta mítt fólk upp, sum tey eta breyð, og ikki kalla á Harran?v5Tá skulu teir skelva av ræðslu, tí við rættvísari ætt er Guð.v6Gerið bert armingans ráð til skammar, tí Harrin er hansara skjól.v7Gævi frá Zion kom frelsa fyri Ísrael! Tá Harrin vendir fólks síns lagnu, tá fegnast Jákup, frøir seg Ísrael. |