Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 140
v1Til songmeistarans, ein sálmur, av Dávidi.v2Bjarga mær, Harri, frá vándum monnum, varða meg móti yvirgangsmonnum,v3ið hugsa ilt í hjarta sínum og yppa ófrið á hvørjum degi,v4sum gera tungur sínar hvassar sum slangur, og hava ormaeitur undir vørrum sínum. Sela.v5Varðveit meg, Harri, frá vándra manna hondum, varða meg móti yvirgangsmonnum, ið hugsa um at seta fót fyri meg!v6Frekir leggja fyri meg snerrur á loynum og spenna út reip eins og net, fram við veginum seta teir fyri meg fellur. Sela.v7Eg segði við Harran: Guð mín tú ert! Lýð, Harri, á mína bønligu reyst!v8Harri, mín drottin, mín frelsunnar máttur, tú høvdi mínum lívir á orrustudegi!v9Harri, lat ikki hin gudleysa fáa sítt ynski, lat ikki hans illu ráð fáa frama! Sela.v10Teir skulu ei hevja høvdið rundan um meg, svikið av teirra vørrum skal hylja teir sjálvar!v11Hann lati brandakol á teir rigna, hann teir rindi í eldin, í gryvjur, so at ikki teir upp aftur standa!v12Illmælis maður skal ei í landinum standast, yvirgangsmannin skal ólukkan elta upp í slag!v13Eg veit, at Harrin neyðstøddum hjálpir og veitir armingum rætt.v14Ja, rættvísir skulu lova navni tínum, og rættlátir búgva fyri ásjón tíni.