|
Sálmarnir 141 Ein sálmur, av Dávidi. v1Harri, eg kalli á teg, skunda tær til mín! Lýð á mína reyst, tá ið eg kalli á teg!v2Bøn mín komi sum roykoffur fyri títt andlit, mínar upplyftu hendur sum matoffur á kvøldi!v3Set tú, Harri, vakt fyri munn mín, varðhald fyri dyr varra mína!v4Lat ei hjarta mítt venda sær at nøkrum illum, til tess at útinna gudloysis verk saman við illgerðarmonnum, og lat meg ei eta krásir teirra!v5Um meg rættvísur slær av alski og meg agar, slíkum høvuðsmyrsli skal ei mítt høvur berast undan. Varir tað við, so er tó mín bøn móti ilsku teirra.v6Dómarar teirra verða rindaðir niður av kletti, og hoyra teir skulu, at orð míni yndislig eru.v7Sum tá ið jørðin verður pløgd og grivin, so liggja bein vár spjødd við heljarportur.v8Tí til tín, Harri, drottin mín, er eyga mítt vent, hjá tær eg søki skjól, lat ei lív mítt vera falt!v9Varðveit meg frá fellum teimum, ið teir hava fyri meg sett, og frá snerrum illgerðarmanna!v10Hinir gudleysu falli allir í net síni egnu, men eg sleppi undan! |