Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 143
Ein sálmur, av Dávidi.
v1Harri, hoyr tú mína bøn! Lýð á mína bønligu reyst! Bønhoyr meg í trúfesti tíni, í rættvísi tíni!v2Gakk ei til dóms við tænara tínum, tí rættvísur fyri tær eingin livandi er!v3Tí fíggindin sál mína eltir og slær mítt lív til jarðar, letur meg í myrkri búgva eins og teir, ið longu eru deyðir.v4Andi mín ørmaktast í mær, mær í barmi er hjarta mítt doyvt.v5Eg minnist á fornar dagar, hugsi um allar gerningar tínar, grundi um handaverk tíni.v6Eg breiði út móti tær hendur mínar, sál mín er fyri tær sum ørtyst land. Sela.v7Hoyr meg í bræði, Harri, andi mín maktast! Fjal ei fyri mær andlit títt, so eg teimum verði líkur, ið eru farnir til gravar!v8Lat meg árla hoyra miskunn tína, tí at eg troysti á teg! Ger mær kunnan tann veg, eg skal ganga, tí til tín eg sál mína hevji!v9Bjarga mær, Harri, frá fíggindum mínum, eftir tær eg bíði!v10Kenn mær at gera vilja tín, tí at Guð mín tú ert; tín góði andi skal meg leiða um slættar breytir.v11Lova mær at liva, Harri, fyri navns tíns sakir, hjálp mær úr neyðum fyri rættvísi tína;v12oyð tú út fíggindar mínar fyri miskunn tína, og forkom øllum teimum, ið at mær søkja, tí at eg eri tænari tín!