|
Sálmarnir 145 Ein lovsongur, av Dávidi. v1Eg vil hálova tær, Guð mín, kongur, og navn títt prísa um aldur og ævir!v2Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!v3Mikil er Harrin og væl verdur at lova, stórleiki hans órannsakiligur er!v4Ein ættin fyri aðrari verkum tínum lovar og boðar frá kraftargerðum tínum!v5Frá hátign tíni og miklu dýrd tær siga, um undur tíni eg syngja vil.v6Frá veldi ódnarverka tína tær greiða, um stórverk tíni eg røða vil.v7Á tína miklu góðsku tær minna og fegnast um rættvísi tína.v8Náðigur er Harrin og miskunnsamur, tolin og ríkur av góðsku.v9Harrin er góður við øll, miskunn hans fatar um øll hans verk.v10Øll verk tíni lova tær, Harri, og dýrkarar tínir teg prísa!v11Um dýrd kongadømis tíns teir tala, frá veldi tínum teir sigav12fyri at kunngera monnum veldi títt, hina dýru tign kongadømis tíns!v13Kongadømi títt er kongadømi um allar ævir, og ríki títt varir ætt eftir ætt! Harrin er trúfastur í øllum orðum sínum, og miskunnsamur í øllum verkum sínum.v14Harrin styðjar allar, ið fallkomnir eru, og reisir upp allar niðurboygdar.v15Øll venda eygum sínum vónandi til tín, og tú gevur teim føði teirra í rættum tíma.v16Tú letur upp tína hond og mettar alt, sum livir, við signing.v17Harrin er rættvísur á øllum vegum sínum og miskunnsamur í øllum verkum sínum.v18Harrin er nær hjá øllum, ið á hann kalla, hjá øllum, ið kalla á hann av sonnum.v19Hann uppfyllir ynski teirra, ið hann óttast, hann róp teirra hoyrir og teimum hjálpir.v20Harrin varðveitir allar teir, ið hann elska, men gudleysar allar hann oyðir.v21Lov Harrans skal muður mín mæla, alt kjøt prísi hans heilaga navn um aldur og ævir! |