|
Sálmarnir 146 v1Halleluja! Sál mín, Harranum lova!v2Eg vil Harranum lova, so leingi eg livi, lovsyngja mínum Guði, meðan eg eri til!v3Lítið ei á høvdingar, á mann, ið onga hjálp kann veita!v4Út fer andi hans, hann fer aftur til moldar, á tí degi er fyri ongum hans ætlan.v5Sælur er tann, sum hevur Jákups Guð sær til hjálpar, sum vón sína setir á Harran, Guð sín,v6hann, sum skapað hevur himin og jørð, havið og alt, sum í teimum er; hann, sum varðveitir trúfesti sína um ævir,v7sum veitir teimum kúgaðu rætt og gevur teimum svongu breyð. Harrin teir bundnu loysir.v8Harrin opnar eyguni á teimum blindu, Harrin reisir upp teir niðurboygdu, Harrin elskar teir rættvísu,v9Harrin varðar teir fremmandu, syrgir fyri einkjum og faðirleysum, men villir fyri teimum gudleysu vegin.v10Harrin er kongur um allar ævir, Guð tín, Zion, ætt eftir ætt. Halleluja! |