Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 147
v1Halleluja! Gott tað er at leika fyri Guði várum, tí yndisligt tað er, og lovsongur væl høvir.v2Harrin byggir upp Jerúsalem og savnar saman tey sundurspjaddu av Ísrael.v3Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár.v4Hann talið á stjørnunum telur og kallar tær allar við navni.v5Mikil er drottin vár og stórur í veldi, einki er mark fyri vísdómi hans.v6Harrin heldur teim eyðmjúku uppi, men gudleysar nívir til jarðar hann niður.v7Fyri Harranum syngið við takkarsongi, leikið á saltri fyri Guði várum!v8Hann himmalin hylur við skýum, hann regn reiðir jørðini til, hann gras letur spretta á fjøllum.v9Hann djórunum gevur føðslu teirra og ravnsungunum, tá ið teir rópa.v10Hann hevur ei yndi til styrkleika hestsins, hevur ei tokka á beinum mansins.v11Harrin hevur tokka á teimum, ið hann óttast, teimum, ið bíða miskunnar hans.v12Harranum prísa, Jerúsalem, Guði tínum lova, Zion!v13Tí at hann hevur gjørt tínar portstengur sterkar, børn tíni signað, sum í tær eru.v14Hann gevur landi tínum frið og mettar teg við feitasta hveiti.v15Hann orð sítt sendir til jarðar, boð hans loypur við skundi.v16Hann gevur snjógv eins og ull, stroyir út rím eins og øsku.v17Hann sendir hegling sín sum breyðmolar, vatnið stirðnar fyri kulda hans.v18Hann orð sítt sendir og bræðir tað, letur vind sín blása, og aftur tað rennur.v19Hann kunnger Jákupi orð sítt, Ísrael boð og lógir sínar.v20So hann ei hevur gjørt við onnur fólk, teim kennir hann ikki lógir sínar. Halleluja!