|
Sálmarnir 148 v1Halleluja! Harranum lovið av himni, honum lovið í tí høga!v2Lovið honum, allir einglar hans, lovið honum, allir herar hans!v3Lovið honum, sól og máni, lovið honum, allar lýsandi stjørnur!v4Lovið honum, himnar himnanna, og vøtnini uppi yvir himnunum!v5Tey skulu lova Harrans navni, tí eftir boði hans vórðu tey skapað.v6Og hann tey festi um aldur og ævir, hann gav teimum lóg, sum ikki tey bróta.v7Harranum lovið av jørð, tit sjóskrímsl og allir streymar!v8Eldur og heglingur, kavi og roykur, stormurin, ið orð hans útrættar!v9Fjøllini og allir heyggjar, aldintrøini og sedristrø øll!v10Villdjórini og allur fenaður, skriðkykt og fljúgvandi fuglar!v11Kongar jarðarinnar og allar tjóðir, høvdingar og allir dómarar heimsins!v12Unglingar og moyggjar tillíka, oldingar og ungir sveinar!v13Teir skulu lova Harrans navni, tí at navn hans eina hátt er hevjað, dýrd hans er yvir jørð og himni.v14Hann fólki sínum reisir horn, lovsongur er hjá øllum dýrkarum hans, hjá Ísrael, tí fólki, ið honum er nær! Halleluja! |