|
|
Sálmarnir 149 v1Halleluja! Syngið Harranum nýggjan song, lov hans í samkomu dýrkara hans!v2Ísrael gleðist yvir skapara sínum, synir Zions fegnist yvir kongi sínum!v3Teir skulu navni hans lova við gleðidansi, leika fyri honum á bumbu og hørpu!v4Tí at Harrin hevur tokka á fólki sínum, hann teir kúgaðu prýðir við sigri.v5Guðs dýrkararnir fegnist við æru, rópi fagnaðarróp á legum sínum!v6Teir havi lovsong til Guð á munni, og tvíeggjað svørð í hondum!v7Til tess at gera á heidningunum hevnd og revsing fólkanna millum,v8til tess at binda kongar teirra við fjøtrum, edilingar teirra við jarnbondum,v9og útinna yvir teir skrivaðan dóm; ein sómi er hetta øllum dýrkarum hans! Halleluja! |