|
|
Sálmarnir 15 v1Ein sálmur av Dávidi. Harri, hvør skal eiga høli í tjaldbúð tíni, hvør skal ljóta vist á heiliga fjalli tínum?v2Sá, ið sakleysur gongur og rætt ger og sannleikan talar av hjarta,v3ikki hevur baktal á tungu sær, einki ger sínum granna til sakar, ikki ger sínum næstingum fyri skommum,v4vanvirðir hann, ið illa ger, og ærir tey, ið óttast Harran, svør sær til skaða, men tó ei brýtur sítt orð,v5ei letur pening mót okri og ei tekur mutur mót ósekum. Sá, ið hetta ger, allar ævir ei vikast. |