|
|
Sálmarnir 150 v1Halleluja! Lovið Guði í halgidómi hans, lovið honum í hans veldiga himnahválvi!v2Lovið honum fyri veldisverk hans, lovið honum eftir veldiga stórleika hans!v3Lovið honum við ljóði av lúðrum, lovið honum við hørpu og saltri!v4Lovið honum við bumbum og dansi, lovið honum við streingjaleiki og floytu!v5Lovið honum við ljómandi skálabumbum, lovið honum við hvøllum skálabumbum!v6Alt, ið andadrátt hevur, Harranum lovi! Halleluja! |