|
Sálmarnir 16 v1Ein miktam av Dávidi. Varða meg, Guð, tí hjá tær søki eg skjól!v2Við Harran eg sigi: «Tú ert Harri mín; mín lukka er eina hjá tær!v3Teimum heiligu, sum í landinum eru, Harrin dýrdarverk ger, til teirra er alt hans yndi.»v4Fjølmangar eru teirra sorgir, ið ein annan sær kjósa. Eg vil ei hella út teirra blóð-drykkjuoffur, ei taka upp á tunguna nøvn teirra.v5Harrin er mín tilmáldi lutur, mítt steyp. Luti mínum tú heldur uppi.v6Mær lutur fell á yndisligum støðum, og føgur er mær ogn mín.v7Eg Harranum lovi, ið ráð mær gav; sjálvt um nætur meg minna míni nýru.v8Altíð Harran eg havi fyri eygum mær, við honum til høgru handar mær eg fastur standi.v9Tí gleðist mítt hjarta og fegnast mín lund, ja, sjálvt mítt likam dvølist í trygdum.v10Tí ikki letur tú sál mína í helheim, ikki letur tú hin heiliga tín fáa grøvina at sjá.v11Kunnan gert tú mær lívsins veg; fyri ásjón tíni er fylling av gleði, sæla við tína høgru hond allar ævir. |